Staðið er ungdómshús fyri ung frá 7. flokki til og við 18 ár.
Her kann man hugna sær við sjónvarpið, spæla pool, her er telducafe, man kann spæla playstation, singstar, borðfótbólt, borðtennis o.a.
Staðið er opið soleiðis:
Mánakvøld til fríggjakvøld kl.19.00 – 23.00
Møguleiki er eisini fyri at hava smærri konsertir á staðnum. Her hava nógv kend nøvn verið m.a. Boys in a band, Jens Marni, Oniontree, Eyðun Nolsøe, bara fyri at nevna nøkur. Vit hava eisini konsertir, har vit bjóða teimum vaksnu við.
Leiðari á Staðnum er Durita F. Augustinussen.
Jákup Sofusson er hjálparfólk á Staðnum og hjálpir til, tá ið konsertir og onnur tiltøk eru.
Leiðari: Durita F. Augustinussen
Teldupostur: durita.aug@vestmanna.fo
Tlf: 770160