Foreldur kunnu søkja um, at barnið fær farloyvi frá ansingarplássinum við trygd fyri, at tað aftur fær pláss, tá ið farloyvistíðin er úti. Einasta treytin fyri farloyvi er, at barnið er burtur frá ansingarstaðnum í minsta lagi 3 mánaðir.
Tú kanst senda kommununi eina umsókn á vestmanna@vestmanna.fo. umsóknarblaðið finnur tú her.
Boðast skal frá í seinasta lagi 2 mánaðir, áðrenn plássið ynskist aftur. Um flutt verður úr kommununi í avmarkað tíðarskeið t.d. í sambandi við útbúgving, kunnu foreldur søkja um farloyvi fyri barn á bíðilista upp til eitt ár í senn.