Áðrenn tú ætlar at kynda bál, skal umsókn sendast kommununi til góðkenningar.
Tá ið talan er um stórt bál, er ikki loyvt at kynda, fyrr enn loyvi er givið.
Bál, sum eru størri enn 1,2 m í tvørmáti, eru at rokna sum stór bál.
Hevur tú ikki skrásett tær Samleikan, ið krevst fyri at søkja á Vanganum, kanst tú gera tað á heimasíðuni hjá Samleikanum – www.samleikin.fo.
Fært tú av onkrari orsøk ikki nýtt Vangan, kanst tú fylla út umsókn við at trýsta her.
Vegleiðing um brenning av báli og eldstaði sæst her.
Tað er ein fyrimunur at søkja á Vanganum, tí samskiftið er bæði skjótari og tryggari. Á tínari vangasíðu hevur tú harafturat møguleika at fylgja við í viðgerðargongdini.