Brandur Eyðbjørnsson er barnatannlækni í Vestmanna.
Barnatannrøktin heldur til í Heilsumiðstøðini, Garðatún 12, og hevur tlf. 424 167.
Børn eru til regluligar kanningar frá uml. 1 ½ ára aldri til og við 18 ár.
Skúlatannlæknaskipanin fevnir um tannrøkt, kunning um tannrøkt og tannheilsu hjá børnum eins og tannlæknaviðgerð. Børnini koma til kanning eina ferð um árið og annars eftir tørvi.
Um barn hevur tørv á tannlæknaviðgerð uttan fyri vanliga arbeiðstíð, eiga foreldur barnsins at ringja til tannlæknan á tlf. 424 167. Í skúlafrítíðum verður verður hugt regluliga eftir nummarvísaranum.