Sum borgari hevur tú ávís rættindi og ymiskar møguleikar fyri at fáa innlit í skjalagoymslurnar hjá kommununi. Lógin um alment innlit tryggjar tær hesi rættindi.
Hevur kommunan tikið avgerð í einum máli tær viðvíkjandi, ella ert tú partur av málinum, hevur tú rætt til innlit sambært fyrisitingarlógini.
Hevur tú ikki skrásett tær Samleikan, ið krevst fyri at søkja á Vanganum, kanst tú gera tað á heimasíðuni hjá Samleikanum. www.samleikin.fo
Fært tú av onkrari orsøk ikki nýtt Vangan, kanst tú senda kommununi ein umsókn á vestmanna@vestmanna.fo.
Tað er ein fyrimunur at søkja á Vanganum, tí samskiftið er bæði skjótari og tryggari. Á tínari vangasíðu hevur tú harafturat møguleika at fylgja við í viðgerðargongdini.