Endamálið hjá Foreldraráðið fyri dagstovnaøkið í Vestmanna Kommunu er at fremja so væl sum tilber áhugamál foreldranna í samband við leiðara og dagstovnaøkið.
Og at geva leiðaranum ráð og vegleiðing. Harafturat skal ráðið arbeiða fyri at bøta og styrkja um samstarvið ímillum foreldrini, dagstovnaøkið og kommununa.
Val til foreldraráðið er á felags foreldrafundinum í september. Hvør limur verður valdur fyri tvey ár í senn.
Foreldraráðið fyri dagstovnaøkið í Vestmanna Kommunu er skipað soleiðis:
Linda Johannesen, forkvinna Bjarta á Rógvi Isaksen, næstforkvinna Ásvør Árting, skrivari Elin Johnsdóttir, nevndarlimir Inga Kálvalíð, Tórunn Jónolvsdóttir og Mary Tórhalsdóttir eru varaumboð |
|
Umboð fyri vøggustovurnar | Bjarta á Rógvi Isaksen Inga í Kálvalíð, varaumboð |
Umboð fyri barnagarðsstovurnar | Ásvør Árting Tórunn Jónolvsdóttir, varaumboð |
Umboð fyri Útibarnagarðin Látipípuna | Lina Johannesen |
Umboð fyri Frítíðarstovuna | Elin Johnsdóttir Mary Tórhalsdóttir, varaumboð |
Samband:
Hava foreldur eitthvørt, tey ynskja, at foreldraráðið tekur upp, kunnu tey venda sær til limirnar í foreldraráðnum. Til ber eisini at senda foreldraráðnum ein teldupost á foreldur.gjaarlon@gmail.com