Grindaboð
Týdningarmikið er, at sýslumaðurin, kommunuskrivstovan og grindaformenninir fáa grindaboðini sum skjótast, soleiðis at drápið kann verða so væl skipað sum til ber.
Grindaformenn
Jóni Durhuus, Reynslíð 1, 350 Vestmanna, tlf. 424473 – 223124
Agnar Joensen, Fjalsvegur 36, 350 Vestmanna, tlf. 770120
Eyðun Joensen, Heygalíð 20, 350 Vestmanna, 424479 – 794329
Johannus Haldansen, Fjalslíð 7, 350 Vestmanna, tlf. 424331 – 724331
Jóan Hendrik (Hengi) Isaksen, Víkarvegur 50, 340 Kvívík, tlf. 421213 – 211713
Tiltaksmenn:
Bjartur Tórhalsson, Bøgøta 26, 350 Vestmanna, tlf. 507730
Grindin verður skift
Sýslumaðurin avger, hvussu grindin skal skiftast.
Um talan er um eina lítla grind, er vanligt, at skift verður í drápspartar ímillum tey, sum luttaka í drápinum.
Er talan um størri grind, kann eisini verða skift í heimapartar.
Rætt til heimapart hava allir borgarar, sum skrásettir eru í Vestmanna Kommunu. Kommunuskrivstovan umsitur grindalistan.