Trygg og góð barna- og ungdómsár hava alstóran týdning fyri trivnaðin. Týdningarmikil vinabond verða knýtt og samleikin verður mentur. Við hesum í huga leggur Vestmanna Kommuna dent á at veita eina góða tænastu til børn og ung.
Í Vestmanna Kommunu eru tveir dagstovnar: Gjáarlon til tey smáu børnini og Látipípan til børnini beint áðrenn skúlaaldur. Frítíðarstovan er fyri børn í 1. og 2. flokki. Er pláss, kunnu børn í 3. flokki eisini ganga í Frítíðarstovu.
Heitt verður á teg/tykkum um at søkja um pláss í góðari tíð.
Er neyðugt at tryggja barnið tínum pláss á stovninum til ávíst dato, skal umsóknin verða kommununi í hendi, minst tríggjar mánaðir áðrenn barnið skal byrja á stovninum.
Vestmanna Skúli hevur umleið 200 næmingar úr 1. til 10. flokk. Vestmanna og Kvívíkar kommunur samstarva um skúla, soleiðis at børn á Válinum ganga í Vestmanna Skúla frá 1. flokki. Ung úr Kvívík, av Stykkinum, úr Leynum og av Skælingi ganga í framhaldsdeildini í Vestmanna Skúla.
Ungdómshúsið Staðið hevur verið virkið síðani 2007 og er ætlað ungdómi frá 7. flokki og til og við 18 ár.