Í Vestmanna er eitt fjøltáttað frítíðarlív, bæði fyri børn, vaksin og tilkomin.
Umframt musikkskúla og kvøldskúla, sum til ber at lesa um undir øðrum teigum í frítíð og mentan, eru ríkir møguleikar til at nýta frítíðina bæði til tiltøk og virksemi, sum einstaklingar og áhugabólkar skipa fyri.
Lokalir áhugabólkar
Vestmanna Hornorkestur
Kontaktpersónur: Atli K. Petersen, tlf. 286603.
Vestmanna Sangkór
Kontaktpersónur: Elsa Haldansen, tlf. 724409.
Vestmanna Kirkjukór
Kontaktpersónur: Erla Olsen, tlf. 424192.
Dagtilhaldið
Dagtilhaldið í Vestmanna hittist hvønn mikudag í Sýslumanshúsunum frá kl. 14.30-17.30.
Kontaktpersonur: Jákup Hummeland, tlf. 424102 og 250443
Eldrafelagið Vesturskin
Pensjónistafelagið í Vestmanna hittist 1. mánakvøld í hvørjum mánað í Sýslumanshúsunum til hugnaliga samveru.
Kontaktpersónur: Jákup Hummeland, tlf. 424102 og 250443
Venjingar fyri heimabúgvandi pensjónistar
Skipað verður fyri felagsvenjingum fyri pensjónistar í Vestmanna og Kvívíkar Kommunum. VEKS stendur fyri venjingunum.
Dentur verður lagdur á fyribyrgjandi-, viðlíkahalds- og styrkivenjingar.
Endamálið er at økja um vælveruna hjá tí einstaka, so at borgarin so leingi, sum til ber, verður sjálvhjálpin bæði heima og úti.
Tilmeldingar fara fram við at seta seg í samband við VEKS, tlf. 424 525.
Ítróttur
Vestmanna Ítróttarfelag
VÍF, sum varð stovnað 17. mai 1939, er mest kent fyri avrikini í hondbólti. Men tað er ikki einasta ítróttargrein, ið felagið bjóðar. Kappróður hevur eisini verið partur av felagnum í mong ár, umframt at badmintondeild varð sett á stovn síðst í 1980unum.
Fá meira at vita um felagið á heimasíðuni vif.fo
Vestmanna Talvfelag
Vestmanna Talvfelag varð stovnað 1. apríl 1951 og hevur verið virkið øll hesi árini.
Felagið hevur vunnið 17. meistaraheiti fyri lið, tað seinasta í 2008. Eisini hevur felagið haft fleiri føroyameistarar hjá einstaklingum, serliga væl hevur tað gingið teimum ungu leikarunum.
Felagið venur í Sýslumanshúsunum. Í 2011 var farið undir at undirvísa børnum í talvi; undirtøkan er góð, og fleiri leggjast alsamt afturat.
Kontaktpersónur fyri Vestmanna Talvfelag er Jón Mikkelsen, tlf. 22 55 16.
Havnar Fimleikafelag
Havnar Fimleikafelag hevur síðani 2009 havt eina deild í Vestmanna. Møguleiki at fyri at íðka rútmiskan fimleik og reiðskapsfimleik. Venjingarnar fara fram í fimleikahøllini, og er áhugin fyri ítróttargreinini stórur.
Kontakpersónur fyri HF í Vestmanna er Rakul Nielsen, tlf. 724 651.
Vestmanna Byrsufelag
Vestmanna Byrsufelag varð stovnað í 2009.
Felagið heldur til Úti á Berg, har skotið verður í skeet.
Kontaktpersónur er Jógvan Egholm, tlf. 255460.
Fá meira at vita um felagið á heimasíðuni vestmannabyrsufelag.com
Miðvágs Bóltfelag
Miðvágs Bóltfelag hevur síðan 2022 havt eina deild í Vestmanna. Skipa verður fyri sandkassafótbólti, sum er fótbóltsvenjing fyri børn undir skúlaaldri.
Kontaktpersónur fyri MB í Vestmanna er Laila Símunardóttir Hansen, tlf. 250 683