Lesandi, sum vegna útbúgving fyribils hava tilhald uttan fyri Føroyar, hava valrætt til løgtingið, um tey annars lúka treytirnar fyri valrætti til løgtingið, og um tey framman undan fráflyting úr Føroyum hava verið skrásett í fólkayvirlitinum í Føroyum í minsta lagi 5 ár tilsamans.
Fyri at kunna atkvøða er neyðugt at verða skrásettur á vallista. Lesandi uttanlands verða eftir áheitan upptikin á vallistan í teirri kommunu, har tey seinast hava verið skrásett í fólkayvirlitinum. Fyri at verða tikin upp á vallistan, skal veljarin senda inn umsókn, og skal kommunan hava tikið avgerð um upptøku á vallistan í seinasta lagi 3 vikur áðrenn valdagin.
Hevur tú ikki skrásett tær Samleikan, ið krevst fyri at søkja á Vanganum, kanst tú gera tað á heimasíðuni hjá Samleikanum – www.samleikin.fo.
Fært tú av onkrari orsøk ikki nýtt Vangan, kanst tú seta teg í samband við kommunuskrivstovuna.
Tað er ein fyrimunur at søkja á Vanganum, tí samskiftið er bæði skjótari og tryggari. Á tínari vangasíðu hevur tú harafturat møguleika at fylgja við í viðgerðargongdini.