Hevur títt barn ella tín familja tørv á hjálp, ella kennir tú eitt barn ella eina familju, sum tørvar hjálp, skalt tú venda tær til barnaverndartænastuna í VEKS.
Barnaverndartænastan í VEKS
Oyrarbakkavegur 3
450 Oyrarbakki
Tlf. 667271
Telefontíð: Mánadag – fríggjadag kl. 10:00 – 15:00.
Uttanfyri vanliga arbeiðstíð svarar vakttelefonin á tlf. 297200
Teldupostur: bvt@sunda.fo
Leiðari: Karin Joensen
Vestmanna-, Eiðis, Kvíkvíkar og Sunda kommunur samstarva um barnaverndartænastu sambært galdandi lóg um barnavernd.
Endamálið við lógini er at tryggja, at børn, sum liva undir viðurskiftum, ið kunnu skaða teirra heilsu og menning, fáa neyðuga hjálp og umsorgan í rættari tíð, og at hjálpa teimum við at fáa ein tryggan uppvøkstur
Lógin um barnavernd (logir.fo)
Tá barnaverndartænastan fær eina fráboðan um eitt barn, meta vit um, hvørt talan er um eitt mál, sum er fevnt av lógini um barnavernd. Er eitt barn fevnt av lógini, verða foreldur boðin til samrøðu við ein sosialráðgeva, sum síðan kann bera við sær, at ein fyriskipan verður sett í verk fyri barnið og familjuna.
Barnaverndartænastan skal leggja dent á at finna loysnir og fyriskipanir, sum eru best fyri barnið. Sí videobrotið niðanfyri.
