Við marknaseting verður markið millum tvær ella fleiri ognir sett.
Umsóknin verður avgreidd eftir §§ 29-35 í løgtingslóg nr. 64 frá 11. desember 1962 um matrikulering og sundurbýti v.m. Fyri marknaseting verður rindað eitt grundgjald á 5.000 kr. í samband við umsókn.
Tann, ið ynskir, kann fáa markið móti grannaogn staðfest og merkt.
Rættindi til marknaseting kunnu bólkast í tveir bólkar:
- Tá mørk eru burtur, og eigararnir ynskja at fáa tey sett av nýggjum, ella
- Um markini eru ivasom, ella partarnir eru ósamdir um, hvar markini eiga at ganga
Hevur tú Samleikan, kanst tú søkja um marknaseting á Vanganum. Tað er Umhvørvisstovan, sum umsitur hetta á Vanganum.
Hevur tú ikki skrásett tær Samleikan, ið krevst fyri at nýta Vangan, kanst tú gera tað á heimasíðuni hjá Samleikanum. www.samleikin.fo
Fært tú av onkrari orsøk ikki nýtt Vangan, kanst tú seta teg í samband við kommunuskrivstovuna.
Tað er ein fyrimunur at avgreiða viðurskifti á Vanganum, tí samskiftið er bæði skjótari og tryggari. Á tínari vangasíðu hevur tú harafturat møguleika at fylgja við í viðgerðargongdini.


