Spælhúsið, sum kommunan fekk ræðisrættin á frá MEST í 2023, er eitt mentanarhøli, sum skal koma felags- og mentanarlívinum í Vestmanna til góða.
Húsið kann brúkast til alskyns mentanarlig tiltøk, og áhugafeløg og felagsskapir kunnu eisini halda til í Spælhúsinum.
Spælhúsið kann ikki nýtast til sølutiltøk ella leigast út til tiltøk so sum føðingardagar ella veitslur.
Tað er umsitingin í kommununi, sum umsitur Spælhúsið.
Reglugerðin hjá Spælhúsinum sæst her.
