Halgidagar:
Dagstovnarnir eru stongdir allar halgidagar.
2025:
2. januar
Dagstovnaøkið letur upp.
3. januar
Frítíðaransingin letur upp.
28. januar
Frítíðaransingin er stongd vegna skeiðsvirksemi.
25. apríl
Flaggdagin 25. apríl er stongt.
05. juni
Grundlógardag eru Gjáarlon og Látipípan opin til kl. 12. Frítíðarstovan er stongd.
6. juni
Ráðleggingardagur – stovnarnir eru stongdir henda dag.
Summarfrí
Stovnarnir eru stongdir í 3 vikur, frá 21. juli til og við 8.august (vika 30, 31 og 32)
Millum jól og nýggjár
Stovnarnir eru stongdir.
Frítíðarstovan:
Í heystfrítíðini, páskafrítíðini og tær fyrstu 3-4 vikurnar av summarfrítíðini ber til at fáa ansing fulla tíð til barnið. Hetta verður gjørt sambært avtalu millum foreldrini og stovnin, og móti at goldnar verða 300 kr. pr. viku / 60 kr. pr. dag umframt fasta foreldragjaldið.
Frítíðarstovan er stongd í jólafrítíðini hjá skúlanum.
Serlig tiltøk:
Gjáarlon & Látipípan
- Foreldrakaffi er ein fyrrapart/seinnapart nakrar ferðir um árið.
- Ommu og abbadag: Barnagarðsstovurnar bjóða ommum og abbum at vitja ein seinnapart um várið.
- Føstulávint sláa vit tunnu og børnini fáa døgurða og okkurt søtt omaná.
- Blómudagur: Ein góðan dag í mai hava børnini summarblómu ella kryddarurt við at seta i blómukassarnar uttanfyri stovuna.
- Bamsurenning: Í samband við Vestmannadagar er bamsurenning, og fáa vit vitjan av Betri Vinir bamsuni.
- Fletting: Í oktobur fletta vit eitt lamb.
- Jólahald: Vit syngja jóla sangir, jóla veitsla er fyri øll børnini, foreldur koma til kaffi seinnapart.
Skúlabólkurin & Frítíðarstovan
- Foreldrakaffi hava vit 4 ferðir um árið.
- Summarveitslu hava vit, áðrenn børnini fara í summarfrí
- Felags føðingardagar hava vit hvønn ársfjórðing, tá bjóðar stovnurin kaku til øll børnini, ið hava haft føðingardag í tíðarskeiðinum.
- Føstulávint sláa vit tunnu, og børnini fáa døgurða og okkurt søtt omaná. Til millummála tann dagin fáa børnini føstulávintsbollar.
