Skilagátt er opið hesar tíðir
Mánadag til fríggjadag frá kl. 16.00 til 18.00.
Leygardag frá kl. 14.00 til 17.00.
Stongt er allar halgidagar, umframt hesar dagar:
| páskaaftan | stongt |
| flaggdagin | stongt |
| 1. mai | stongt |
| bátastevnuleygardag | stongt |
| fjarðastevnuleygardag | stongt |
| ólavsøkuaftan | stongt |
| jólaaftan | stongt |
Hesar serstøku dagar er opið:
| hvítusunnuaftan | opið |
| grundlógardagur | opið |
| 1. novembur | opið |
| nýggjársaftan | opið sum leygardag |
Skilagátt er ætlað til húsarhaldsburturkast, sum ikki fæst í ruskposan.
Á Skilagátt eru bingjur ella móttøkuskipanir til hesar bólkar
- burturkast at brenna
- serliga dálkandi burturkast
- papp
- spillolja
- pappír
- stórviður og plattar
- klárt plastikk/vikluplast
- asbest, eternit og gips í smærri nøgdum
- jarn og metal
- glas
- bjálvingarull, pvc
- blikk til nýggjárið
- vøsk, kummur, keramik
- el-lutir
- nótir, trol, gørn og trossar
- spariperur og ljósrør
- patrónir, fýrverk, neyðrakettir o.l.
- køli- og frystiútbúnaður
- greinar og viðarbular
- serliga dálkandi burturkast
Móttøkuskipanirnar eru nærri lýstar í faldaranum her.
Gras og urtagarðsleivdir
Gras og urtagarðsleivdir skulu koyrast í moldgoymsluna oman fyri kommunuhøllina, sí mynd niðanfyri.
Tilfarið skal tømast úr sekkjunum.
Gevið gætur: Skøra, Fuchsia, japansk pileurt og nógv onnur plantusløg spreiða seg lætt og eru ringar at sleppa av við.
Tað er umráðandi, at tit koyra hetta í sekkir, binda fyri og lata posarnar inn á Skilagátt at brenna.

Nátar
Hugsið um umhvørvið, tá tit taka nátar.
Lesið kunning frá IRF her.
