Eitt máliblað er eitt útgreinað kort, sum vísir longdir, hvørji marknamerki eru sett, hvat er vinkulrætt o.s.fr..
Hevur tú Samleikan, kanst tú bíleggja útskrift av máliblaði fyri eina ávísa ogn umvegis Vangan. Tað er Umhvørvisstovan, sum umsitur hetta á Vanganum.
Hevur tú ikki skrásett tær Samleikan, ið krevst fyri at nýta Vangan, kanst tú gera tað á heimasíðuni hjá Samleikanum. www.samleikin.fo
Fært tú av onkrari orsøk ikki nýtt Vangan, kanst tú seta teg í samband við Umhvørvisstovuna.
Tað er ein fyrimunur at avgreiða viðurskifti á Vanganum, tí samskiftið er bæði skjótari og tryggari. Á tínari vangasíðu hevur tú harafturat møguleika at fylgja við í viðgerðargongdini.


