Til ber at søkja um parkeringsbás til størri akfør og viðfestivognar við nummarplátu.
Mesta longd á akførum/viðfestivognum er 14 metrar, mesta breidd er 3 metrar og vinnufyritøkur/persónar skrásett í Vestmanna kommunu hava framíhjárætt til parkeringsplássini.
Leigusáttmáli kann gerast fyri 1 mánaða, 3 mánaðir, 6 mánaðir ella 1 ár. Leigusáttmálin kann endurnýggjast.
Les meira, um parkeringsøki til størri akfør í reglugerðini. hana sært tú her.
Kostnaðurin fyri parkeringsbás sæst her.
Útfyll skjalið – umsókn um parkeringsbás – og send kommununi hetta umvegis teldupost á vestmanna@vestmanna.fo
