Loyvi krevst til at brenna størri bál, so sum jóansøkubál. Loyvi verða latin av kommununi, treytað av, at bál ikki er til ampa og vanda fyri grannalagið. Loyvi verður ikki givið longur til at brenna nýggjársbál, tí at skipað verður fyri felags báli.
Lesið meira í vegleiðingini frá Umhvørvisstovuni – Vegleiðing um brenning á báli og eldstaði
Umsóknarblað til brenning av jóansøkbáli skal latast Brunaumsjónarmanninum ella Kommunuskrivstovuni.