Kostnaður fyri vøggustovu og barnagarð
Kostnaðurin fulla tíð er kr. 1.800,- um mánaðin.
Kostnaðurin hálva tíð er kr. 1.075,- um mánaðin.
Hálv tíð í vøggustovu og barnagarði er ansing aðru hvørja viku.
Gevið gætur: Onki gjald er fyri juli.
Kostnaður fyri frítíðarstovu
Kostnaðurin fyri fulla tíð er 1.100,- kr. um mánaðin.
Kostnaðurin fyri hálva tíð er 550,- kr. um mánaðin.
Hálv tíð í frítíðaransingini er 2 dagar í einari viku og 3 dagar í vikuni eftir.
Gevið gætur: Onki gjald er fyri juli og fyri august verður rindað hálvt gjald.
Gjalding
Gjaldast skal frammanundan, fyrst í hvørjum mánaði, á kontu nr. 6460 – 156.028.1 í Føroya Banka. Ongin rokning verður send, so vit mæla til at stovna eina fasta flyting í peningastovni.
Vit senda kontoavrit eftir tørvi.
Gerst eftirstøðan størri enn 2 mánaðargjøld, kann kommunan ella stovnurin siga plássið upp – tó soleiðis, at kommunan ella barnavernd frammanundan hava viðgjørt spurningin, hvørt heimild er fyri fíggjarligum fríplássi.
Ert tú foreldur, og er tín inntøka lægri enn ein ávís upphædd um árið, kanst tú søkja um frípláss til dagstovn. Sí inntøkustigan á heimasíðuni hjá Almannaráðnum, her. Til ber at søkja um fíggjarligt frípláss á heimasíðu okkara, undir sjálvgreiðsla.
Avsláttarskipan
Skipanin er soleiðis, at rindað verður bert fyri yngsta barnið. Møgulig eldri systkin rinda ikki fyri ansingarpláss.
Uppsøgn, broyting og farloyvi
Skal ansingarpláss sigast upp, er uppsagnartíðin verandi mánaður + 1 mánaður.
Um tú t.d. sigur ansingarplássið upp tann 12. mars, eigur tú plássið til og við 30. apríl.
Skal broyting gerast í ansingartíðini, t.d. úr fullari tíð til hálva tíð, er freistin tann sama sum við uppsøgn, og broytingin skal vera galdandi í minsta lagi 3 mánaðir. Sama er galdandi um søkt verður um farloyvi frá ansingarplássinum.
Trygging
Foreldrini hava skyldu at tryggja barnið, áðrenn tað byrjar í Látipípuni. Stovnurin hevur onga trygging, sum dekkar, um barn tykkara ger seg inn á ting hjá øðrum.
