Tíggju konsertir og framførslur av ymsum slag vera á skránni í Vestmanna um jólini.
Kommunan hevur lagt seg eftir í ár, at øll nøvnini á skránni annaðhvørt eru úr Vestmanna ella búgva í bygdini.
Byrjað verður 22. november við jólahaldi og tónleiki, tá jólatræið verður tendrað. Tá fara Vestmanna Barnakór, Vestmanna Hornorkestur og Vestmanna Sangkór at syngja og spæla.
Jólatónar í tveimum hæddum
Sum nakað nýtt fer kjallarin í Johnsa handli at verða brúktur sum konserthøli um jólini. Tvey hóskvøld verður skipað fyri jólatónum í tveimum hæddum. Fyrst verður tónleikur í kjallaranum, og ein tíma seinni heldur tónleikurin fram í miðhæddini í Vektarbúðini.
Fyrsta konsertkvøldið verður hóskvøldið 26. november. Martin Joensen leggur fyri í kjallaranum, og ein tíma seinni verður tað Maria á Heygum, sum fer at syngja og spæla í Vektarbúðini.
Seinna konsertkvøld verður hóskvøldið 10. desember. Tá verður tað Hans Andrias Jacobsen, sum fer at framføra í kjallaranum. Ein tíma seinni verður tað Jasmin Mote, kend undir tónleikanavninum jazzygold, sum fer at syngja í Vektarbúðini.
Konsertir í kirkjuni
Sum siðvenja er, verður konsert við Vestmanna Kirkjukóri fyrsta sunnudag í advent.
Vestmanna Sangkór fer eisini at hava konsert í kirkjuni, og hesaferð hava tey boðið Vágakórinum við.
Harumframt verður ein forkunnung konsert við Leu Kampmann og trimum vinfólkum, ið fara at framføra í øllum kirkjum í heimstaðnum hjá teimum fýra. Mánakvøldið 7. desember vitja tey í Vestmanna Kirkju.
Ungdómshúsið Staðið
Eisini á Staðnum verður ymiskt spennandi í jólamánaðinum fyri tey ungu.
Hóast tiltøkini fyrst og fremst eru ætlað teimum ungu, verður almenningurin boðin inn 17. desember.
Nøkur børn og ung í aldrinum 10 til 14 ár luttaka nevnliga á einari tónleikaverkstovu, har tey smíða egnar sangir og spæla á øll ljóðføri sjálvi. Hetta kvøldið bjóða tey á gátt at lurta, hvat er komið burturúr.
Allar konsertir eru ókeypis.







