Arbeiðsfólk hjá kommununi eru farin undir at gera Torgið klárt til jóltíðina við jólaljósum og nokk av streymmátti til alt jólaprýðið.
Vit gleða okkum at vísa tykkum eitt vakurt og jólaprýtt Torg, sum fer at glógva úr einum enda í hin við lýsandi tunli, myndarammu, gávupakkum, trøum og sjálvandi einum prýðiligum jólatræi.
Eisini aðrastaðni í bygdini verður gjørt klárt til jólini. Fleiri kommunal øki verða prýdd við jólaljósum, eitt nú trø og brýr. Í ár verður eisini serliga nógv gjørt burturúr økinum uttan fyri nýggja skúla, nú allir skúlaflokkar hava sína dagligu gongd har. Somuleiðis verður viðarlundin eyka jólalig, nú nógvir næmingar ganga gjøgnum hana á veg í skúla.
Í løtuni verður eisini síðsta hond løgd á skránna fyri jólavikurnar, sum fara at bjóða upp á eina rúgvu av hugnaligum tiltøkum fyri bæði børn og vaksin.
Jólini í Vestmanna verða skotin í gongd sunnudagin 22. november, tá jólatræið á Torginum og jólaljósini kring bygdina annars verða tendrað.
Skráin fyri jólavikurnar verður løgd út í næstu viku.







