Næsta stigið at gera Niðara Veg til eina betri og tryggari farleið heldur nú fram. Arbeiðið fer í gongd í vikuni.
Arbeitt verður niðanfyri húsið hjá Mariu og Brynjólvi á Heygum. Garðurin, sum í dag avmarkar sýnið hjá bæði bilførarum og gongufólki, verður tikin burtur. Samstundis verður vegurin nakað breiðkaður, og gongubreyt verður gjørd.
Niðari Vegur er ein av elstu vegum í bygdini, og er ein partur av honum framvegis ikki nøktandi til nútíðar tørv.
Seinastu árini hevur kommunan stigvíst arbeitt við at bøta um umstøðurnar á vegnum, og arbeiðið, sum nú fer í gongd, er enn eitt stig á leiðini móti einari betri farleið.
Vegurin verður stongdur í styttri tíðarskeiðum, meðan arbeiðið er í gongd. Tá ið eingin gjøgnumkoyring er, verða skeltir við kunning sett upp báðumegin Niðara Veg.
Tað er byggifelagið Konsax, sum stendur fyri arbeiðinum.







