Fyrstu minnispláturnar við minnisvarðan vórðu avdúkaðar sunnudagin 1. november, á allahalgannadegi.
Átta minnisplátur eru settar upp við nøvnum á teimum vestmenningum, sum hava latið lív á sjónum ella í vanlukkum á landi í árunum 1927 til 1969. Á plátunum stendur eisini, hvørja vanlukku tey vóru fyri.
Nógv fólk leitaðu sær til minnisvarðan á allahalgannadegi at síggja minnispláturnar. Millum tey vóru eisini fleiri avvarðandi.
Handan nøvnini á minnisplátunum goymast tungar lagnur, har familjur hava verið raktar av stórum missi.
Bygdarsavnsnevndin fer nú at arbeiða víðari við at gera fleiri minnisplátur. Ætlanin er, at pláturnar við tíðini skulu fevna um øll nøvn fram til dagin í dag.
Harumframt er ætlanin at seta QR-kotur upp við útvaldar hendingar. Við at skanna koturnar fer at bera til at hoyra frásagnir um einstøku vanlukkurnar, m.a. um minuna, sum brast á Fitjasandi, har tveir smádreingir lótu lív.
Á hendan hátt verður søgan varðveitt, og komandi ættarlið fáa eisini høvi at læra um hendingarnar og menniskjuni, sum lótu lív.
Tað er Føroya Grótvirki, ið hevur gjørt minnispláturnar.







