Nógvur tónleikur um jólini
Tíggju konsertir og framførslur av ymsum slag vera á skránni í Vestmanna um jólini. Kommunan hevur lagt seg eftir í ár, at øll nøvnini á skránni annaðhvørt eru úr Vestmanna ella búgva í bygdini. Byrjað verður 22. november við jólahaldi og tónleiki, tá jólatræið verður tendrað. Tá fara Vestmanna Barnakór, Vestmanna Hornorkestur og Vestmanna Sangkór…

