Allahalgannadag minnast vit tey, ið sjólótust ella lótu lív í sínum yrki á sjónum.
Minningarhald teirra sjólátnu verður í Vestmanna kirkju sunnudagin 1. november klokkan 15.00.
Lis Samuelsen, prestur, sigur nøkur orð og Vestmanna Sangkór framførir.
Sjómanskvinnuringurin bjóðar drekkamunn aftaná.
Kommunan bjóðar eisini øllum á minnisvarðan, har minnisplátur eru settar upp við nøvnum á teimum, sum eru farin í vanlukkum í Vestmana, bæði á sjógvi og á landi.







