Frá venjingarbúna til prestakjóla

Danski presturin, Ronald Risvig, heldur áhugaverdan fyrilestur í Vestmanna kirkju undir heitinum “Frá venjingarbúna til prestakjóla” mikukvøldið 19. august klokkan 19.00. Fyrilesturin er umleið hálvan annan tíma til longdar. Í steðginum verður ein drekkamuður at fáa í forkirkjuni. Ronald greiðir soleiðis frá: Fyrilestur um hin reyða tráðin í lívinum, sum eg kann lýsa hann gjøgnum…

GOG fiskitúr í Vestmannasundi

Manshondbóltsliðið úr Odense, GOG, sum er í Føroyum um vikuskiftið í sambandi við nakrar venjingardystir, brúkti sín frídag í gjár í Vestmanna. Hópurin vildi fegin sleppa at fiska og tað var skjótt, at fimm útróðrarbátar úr bygdini vóru til reiðar at fara ein túr við teimum. Veðrið var av tí allar besta, hýrurin var góður…

Ein seinasti túrur í gamla skúlanum

Gamli skúli, sum vit kenna hann, fer í søguna Í hesum sambandi verður skúlin opin fyri almenninginum sunnudagin 16. august. Tá kunnu øll áhugað ganga sær ein seinasta túr eftir teimum kendu gongunum, hyggja inn í floksstovurnar og finna gomul minnir framaftur.   Fólkaskúlin í Vestmanna hevur eina ríka søgu. Gamli skúli hevur verið karmur…

Ársins herðaklapp

Hvør hevur uppiborið ársins herðaklapp 2026? Á Vestmannadøgunum í ár fer Vestmanna kommuna aftur at heiðra einum persóni ella einum felagsskapi, sum hevur skarað framúr og gjørt ein serligan mun til gagns fyri onnur og fyri bygdina. Ársins herðaklapp verður handað leygarmorgunin 5. september, tá ið kommunan bjóðar til morgunmat í ítróttahøllini. Nú hevur tú…

Vestmannadagar 2026

Fyrstu vikuna í september verða árligu Vestmannadagarnir, og aftur í ár kunnu vit gleða okkum til nakrar dagar á tremur við upplivingum, hugna og góðari samveru. Vestmannadagarnir byrja mikudagin 2. september og halda fram til og við sunnudagin 6. september. Á skránni verður okkurt fyri allar aldursbólkar og áhugamál. Siðvandu og væl umtóktu tiltøkini verða…

Hanus 100 ár

Um vikuskiftið fylti Hanus Zachariassen hundrað ár. Tað er ilt at trúgva, at Hanus, sum flest kenna sum Hanus málarin, nú hevur livað í eina heila øld. Ikki bara sær hann út til at vera nógv yngri enn sín aldur – hann koyrir framvegis bil, býr einsamallur og klárar seg sjálvur. Hvønn morgun er hann…

Kommunuskrivstovan fer í summarfrí

Kommunuskrivstovan verður stongd í tríggjar vikur í summar, eins og vanligt er, ímeðan starvsfólkini eru í summarfrí. Stongt verður frá mánadegnum 20. juli, og latið verður upp aftur mánadagin 10. august. Eru átrokandi boð, eitt nú í sambandi við jarðarferð, vatn, kloakk ella líknandi, ber til at ringja á telefon 770 109. Barnaverndartænastan í VEKS…