Vestmannadagarnir vórðu skotnir í gongd í gjár við rennandi, glaðum børnum millum litføgur skíggj og góðan tónleik.
Tað var ógvuliga góð undirtøka til øll tiltøkini, har alt gekk fyri seg á Bakkavegi við m.a. litrenning, kafe, borðspølum, framsýning, fyrilestri og tónleiki.
Veðrið var eisini av tí allar fagrasta í sól og stilli. Líkt er tó til, at veðrið ikki fer líka væl við okkum í dag, og tí kann tað koma fyri, at grillingin verður flutt inn. Um broytingar koma fyri, verður kunnað um hetta tíðliga seinnapartin.
Skráin fyri í dag kann annars síggjast niðanfyri.
SKRÁIN HÓSDAG 3. SEPTEMBER
DAGSTOVNAØKIÐ: 09.30 BAMSURENNING
Barnabati og dagstovnaøkið í Vestmanna kommunu skipa fyri bamsurenning fyri børnunum á dagstovnaøkinum. Bamsurenningin varpar ljós á Betri vinir, ið er ein fyribyrgjandi verkætlan móti happing.
SPÆLIPLÁSSIÐ Í MIÐALSBREKKU: 15.00 – 17.00 GRILL FYRI ØLL
Børn, tilkomin og eldri verða boðin til hugna og grillaðar pylsur við øllum tilhoyri á spæliplássinum í Miðalsbrekku, við útibarnagarðin Látipípuna. Inngongd er bæði frá Heygalíð og Dalalíð.
HEYGATÚN 4: 15.00 – 19.00 ELVA LEIR
Elva leir, ið heldur til í gamla posthúsinum á Heygum, bjóðar til eina hugnaliga og kreativa løtu við leiri. Bílegg tíð á 216490 ella á sosialu miðlunum hjá Elva leir. Øll, sum eru 16 ár og yngri, mála fyri hálvan prís.
VEKTARBÚÐIN: 17.00 – 21.00 KAFE LETUR UPP
Kom á hugnaligu kafeina í Vektarbúðini í snotuligu ljósagulu húsunum við Gjógvará. Selt verður smyrjibreyð, góðar køkur, kaffi o.a. Inngongd er omanfyri ígjøgnum íbúðina.
JOHNSA HANDIL: 17.00 – 21.00 SØLUBÚÐ
Rebekka Joensen, ið arbeiðir undir heitinum Linjurebekka, selur sína myndlist, Bakstur til keyps selur ymiskt gott at taka heim við og Ann-Mari Egholm selur grafiska list. Inngongd er bæði gjørnum íbúðina omanfyri og gjøgnum dyrnar niðanfyri við trappurnar.
SPÆLHÚSIÐ: 18.00 – 21.00 LISTAFRAMSÝNING
Listaframsýning við Ingrid Møller í Spælhúsinum á bedingini.
STAÐIÐ: 18.00 SJAVSKAPPING
Sjavskapping í veghæddini á Staðnum. Vinningar verða latnir til nummar 1, 2, og 3.
SPÆLHÚSIÐ: 20.00 – 21.00 KONSERT VIÐ LENU OG NICLAS
Lena Andersen er ein av mest virknu tónleikarum í Føroyum. Hon hevur skrivað tónleik, givið út og spælir eina ørgrynnu av konsertum hvørt ár, bæði her heima og uttanlands. Hetta kvøldið framførir hon saman við manni sínum og gittarúrmælinginum, Niclasi Johannesen, í hugnaliga Spælhúsinum á bedingini.
Alt er ókeypis, uttan har kostnaður ella søla stendur upplýst.







