Parkering á Bakkavegi

Festivaltjøld verða sett upp á parkeringsøkinum á Bakkavegi, í samband við Vestmannadagarnar, í morgin, fríggjamorgun 4. september. Heitt verður tí á bileigarar, um ikki at hava bilin standandi á parkeringsbásunum millum Kommunuskrivstovuna og Staðið frá klokkan 8 í morginárini.

Vestmannadagar: skrá hósdagur

Vestmannadagarnir vórðu skotnir í gongd í gjár við rennandi, glaðum børnum millum litføgur skíggj og góðan tónleik. Tað var ógvuliga góð undirtøka til øll tiltøkini, har alt gekk fyri seg á Bakkavegi við m.a. litrenning, kafe, borðspølum, framsýning, fyrilestri og tónleiki. Veðrið var eisini av tí allar fagrasta í sól og stilli. Líkt er tó…