Diabeteskanningar í Vestmanna

Landsverkætlanin “Finn øll, sum hava Diabetes 2 í Føroyum” ger kanningar í Vestmanna mánadagin 12. oktober.  Tá ið somu kanningar vórðu gjørdar í Vestmanna í juni, var undirtøkan so mikið góð, at avgjørt var beinavegin, at starvsfólkini fóru at koma aftur eina aðruferð. Tað verður so í oktober, men hesaferð verður tað skipað nakað øðrvísi,…

Nýggj verkstova á Staðnum

🎶 Elskar tú tónleik? So er hetta kanska nakað fyri teg! 🎸🥁 Hevur tú hug at skriva tín egna sang, spæla saman við øðrum, syngja, framleiða tónleik ella bara royna teg fram við ymiskum ljóðførum? So kom við! 🙌 Vit bjóða børnum og ungum í Vestmanna, sum ganga í 4. flokki til og við 9.…

Nógvur vindur – tryggið leysar lutir

Trampolinir, havastólar og aðrir lutir, ið kunnu fara á flog, verður heitt á at tryggja, so teir ikki gera skaða.  Veðurforsøgnin sigur frá nógvum vindi og regni í dag. Sum líður út á fyrrapartin veksur vindurin upp í strúk, millum 13-18 m/s av suðri og landsynningi. Í støðum fer vindurin upp í 20 m/s. Ansið…

Skráin á bygdarráðsfundinum 23. september

Skráin á regluligum fundi í Vestmanna bygdarráði 23. september 2026: Mál 9/26:    2. viðgerð av eykajáttan til kirkjugarðin. Mál 10/26:  2. viðgerð av eykajáttan til leiguútreiðslur til læknabústað Mál 11/26:  Tilmæli um teknisku nevnd Mál 12/26:  Umraðfesting av pengum til eykakostnað á Leitisvegi Mál 13/26:  Umraðfesting av játtanunum til maskinhøllina og forhøllina í ítróttarhøllini

Broytingar í bygdarskipanini

Við heimild í løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954, seinast broytt við løgtingslóg nr. 19 frá 18. mars 2013, um býarskipanir og byggisamtyktir verður við hesum boðað frá, at Vestmanna bygdarráð á fundi 26. august 2026 hevur samtykt at gera hesa broyting í bygdarskipanini fyri Vestmanna kommunu: Broyting av ásetingini fyri matr. nr. 276h…

Vit leita eftir heimsins besta varaleiðara! 

Vilt tú vera partur av leiðsluni á Føroya einasta ítróttardagstovnaøki? Vestmanna Kommuna søkir eftir varaleiðara til ítróttardagstovnaøkið at arbeiða 30-35 tímar um vikuna i føstum starvi at byrja 1. novembur 2026, ella skjótast gjørligt aftaná.   Í hjartanum av vakra Vestmanna arbeiða vit hvønn dag fyri at skapa ein gerandisdag, har rørsla, spæl, trivnaður og menning…

Gongubreyt gerast í Miðalsbrekku

Nú verður hildið fram við at gera gongubreyt í Miðalsbrekku. Í hesum umfari verður gongubreyt gjørd frá ovasta parti av Hornavegi og yvir til brúnna, har Neslíð og Bjargalíð møtast. Í fjør fór kommunan undir at gera fyrstu gongubreytina í Miðalsbrekku. Tá varð gongubreyt løgd frá niðasta parti av Hornavegi og til barnagarðin Gjáarlon. Ætlanin…

Hernaðarvenjingin Lion Protector 2026 í Vestmanna

Næstu vikurnar verður økt virksemi á havnarlagnum í Vestmanna í samband við hernaðarvenjingina Lion Protector 2026. Venjingin er skipað av tí sokallað Joint Expeditionary Force (JEF), sum er eitt samstarv, ið bretar leiða. Londini í samstarvinum eru Bretland, Danmark, Holland og baltisku londini. Ein liður í venjingini er eisini at styrkja samstarvið millum Arktisk Kommando,…

Fleiri gøtur í viðarlundini

Nú verður arbeitt við at gera fleiri gøtur í viðarlundini, so bæði íbúgvar og vitjandi fáa enn fleiri møguleikar at njóta vakra náttúruøkið. Ein av nýggju gøtunum fer at ganga niðan til gjónna. Haðani verður møguligt at njóta eitt serstakliga vakurt útsýni og uppliva náttúruna úr einum nýggjum sjónarhorni. Endamálið við nýggju gøtunum er at…