🎶 Elskar tú tónleik? So er hetta kanska nakað fyri teg! 🎸🥁
Hevur tú hug at skriva tín egna sang, spæla saman við øðrum, syngja, framleiða tónleik ella bara royna teg fram við ymiskum ljóðførum?
So kom við! 🙌
Vit bjóða børnum og ungum í Vestmanna, sum ganga í 4. flokki til og við 9. flokki til eina spennandi verkstovu, har vit saman fara at skapa góðan tónleik.
Vit fara at:
🎶 Syngja og hava kór
🥁 Spæla trummur
🎸 Guitar og bass
🎹 Klaver og onnur ljóðføri
✍️ Skriva sangir og tekstir
🎛️ Framleiða og taka upp tónleik
🎼 Arbeiða við útsetingum
🎤 Fyrireika og hava framførslur
Vit arbeiða bæði í smærri og størri bólkum, spæla saman, royna okkum fram og fáa hugskotini út í ljóði og sangi. Og sum endabrestur fara vit hava eina almenna konsert! 🤩
🎓 Undirvísarar
Eyði Højsted Horsdal – BA, kandidat og solistur í sangskriving
Ári Berghamar Danielsen – kandidat í slagverki og trummum
Djóni Nolsøe Fischer – bachelor í listarligum arbeiði, sergrein í tónlist
So um tú hevur hug at syngja, spæla, skriva, framleiða ella bara vera við og skapa nakað feitt saman við øðrum – so er tað bara at koma við! 🚀🎶
Tilmelding fer fram við at senda teldupost til Paula Magnussen á paulim@vestmanna.fo. Viðmerk hvat tú vilt royna teg í – tað kann vera fleiri av møguleikunum.
📅 Byrjað verður týsdagin 20. oktober
🕒 Týsdagar klokkan 15:15–17:15
💳 Luttøkugjald 200 krónur







