Nú verður hildið fram við at gera gongubreyt í Miðalsbrekku. Í hesum umfari verður gongubreyt gjørd frá ovasta parti av Hornavegi og yvir til brúnna, har Neslíð og Bjargalíð møtast.
Í fjør fór kommunan undir at gera fyrstu gongubreytina í Miðalsbrekku. Tá varð gongubreyt løgd frá niðasta parti av Hornavegi og til barnagarðin Gjáarlon.
Ætlanin er at gera eina nýggja gongubreyt á hvørjum ári, so komið er runt á øllum vegum í Miðalsbrekku um fýra ár.
Fyrsta húsið í Miðalsbrekku varð liðugt bygt í 1980, og síðan tá er býlingurin vaksin nógv. Í dag eru umleið 90 sethús, umframt aðrir bygningar. Harafturat eru fleiri nýggj sethús ávegis.
Arbeiðið byrjar í næstum og væntast at taka umleið tvær vikur, alt eftir hvussu veðrið háttar sær.






