Vestmannadagar: skrá leygardagur

Høvuðsdagurin á Vestmannadøgunum er sum vant leygardagurin og í ár er einki undantak. Vit byrja frá morgunstundini við stóra morgunmatinum í ítróttahøllini, har vestmenningar frá nær og fjar hittast til eina hugnaliga løtu. Ítróttahøllin verður karmur um tiltøkini til út á seinnapartin, tá Bakkavegur tekur yvir við undirhaldi og tónleiki til út á náttina.  …

Vestmannadagar: skrá fríggjadagur

So herja vit á aftur við einum degi, á tremur við góðum tiltøkum fyri stór sum smá. Í dag fer tað mesta fram inni á Fjørð, har fyritøkur í økinum bjóða á gátt til undirhald og ymiskt gott til góman. Tiltøk eru tó eisini aðrastaðni í bygdini, m.a. verður tónleikur á Grønanesheiminum og spurnarkapping í…

Parkering á Bakkavegi

Festivaltjøld verða sett upp á parkeringsøkinum á Bakkavegi, í samband við Vestmannadagarnar, í morgin, fríggjamorgun 4. september. Heitt verður tí á bileigarar, um ikki at hava bilin standandi á parkeringsbásunum millum Kommunuskrivstovuna og Staðið frá klokkan 8 í morginárini.

Vestmannadagar: skrá hósdagur

Vestmannadagarnir vórðu skotnir í gongd í gjár við rennandi, glaðum børnum millum litføgur skíggj og góðan tónleik. Tað var ógvuliga góð undirtøka til øll tiltøkini, har alt gekk fyri seg á Bakkavegi við m.a. litrenning, kafe, borðspølum, framsýning, fyrilestri og tónleiki. Veðrið var eisini av tí allar fagrasta í sól og stilli. Líkt er tó…

Vestmannadagar: skrá mikudagur

Nú byrja Vestmannadagarnir! Vestmannadagarnir verða skotnir í gongd í dag, mikudag, við litrenning, málningaframsýning, kafe, borðspæli, fyrilestri og tónleiki, og hildið verður á til og við sunnudagin. Skráin er fjølbroytt og okkurt er til allar aldrar og áhugamál. Øll skráin kann síggjast her og annars sæst skráin fyri í dag niðanfyri.     SKRÁIN MIKUDAGIN…