Høvuðsdagurin á Vestmannadøgunum er sum vant leygardagurin og í ár er einki undantak.
Vit byrja frá morgunstundini við stóra morgunmatinum í ítróttahøllini, har vestmenningar frá nær og fjar hittast til eina hugnaliga løtu. Ítróttahøllin verður karmur um tiltøkini til út á seinnapartin, tá Bakkavegur tekur yvir við undirhaldi og tónleiki til út á náttina.
SKRÁIN LEYGARDAG 5. SEPTEMBER
ÍTRÓTTAHØLLIN 9.30 – 11.00 MORGUNMATUR Í HØLLINI
Allir vestmenningar verða bodnir til felags morgunmat í høllini. Á skránni verður eisini sangur og ársins herðaklapp verður handað.
ÍTRÓTTAHØLLIN. 12.30 – 15.30 SØLUMARKNAÐUR
ÍTRÓTTAHØLLIN 12.30 – 15.30 KAFFI OG KAKUSØLA
8. flokkur selur ymiskt gott til børn og vaksin.
ÍTRÓTTAHØLLIN 12.30 – 15.30 FÁ HOL Í OYRUNI
Michelle skjýtur hol í oyru. Kostnaður fyri eitt oyra er 149 krónur og bæði 249 krónur.
ÍTRÓTTAHØLLIN 12.30 – 15.30 FLÆTTAÐ HÁR
Fá vakrar flættur, kular halar, litir, glimmur v.m. í hárið. Ymiskt verður at velja í hjá bæði gentum og dreingjum. Kostnaður millum 10 og 50 krónur.
GAMLA SKIPASMIÐJAN 14.00 – 15.00 FLETTING
Kom oman á keiina, millum Fiskavirkið og skipasmiðjuna, og hygg, tá ið kálvar verða flettir. Tað verður eisini møguleiki at keypa frískt tarvakjøt við sær heim.
BAKKAVEGUR 15.00 – 21.00 STØKKUPPHANDIL
Klædnahandilin, Sorella, selur klæðir og tilhoyr, bæði til ungu og til tilkomnu kvinnuna í gamla skóhandlinum hjá Nicolinu.
VEKTARBÚÐIN 15.00 – 22.00 KAFE
Hugnaliga kafein í Vektarbúðini selur smyrjibreyð, tvíflísar, góðar køkur, kaffi o.a.
JOHNSA HANDIL 15.00 – 22.00 SØLUBÚÐ
Linjurebekka selur myndlist, Kristina Chrisoffersen selur heimagjørdar smúkkur og Smilo.com selur hondgjørdar smiðjulutir til frítíð og ítriv. Inngongd er bæði ígjøgnum íbúðina omanfyri og gjøgnum dyrnar niðanfyri við trappurnar.
DISVOY 15.00 – 04.00 MATUR OG BARR
Køkurin er opin frá kl. 15.00 til 22.00. Barrin verður opin til út á náttina.
BAKKAVEGUR 15.30 – 16.00 GULI HÁLVMÁNI VIÐ MOTORSÚKKLUM
Motorsúkklubólkurin, Guli hálvmáni, verður á Bakkavegi við sínum motorsúkklum.
BAKKAVEGUR 15.30 – 18.30 MILKSHAKES, SLUSHICE OG POPPKORN
Leynningar selja ymiskt gott, m.a. tann kenda og vælsmakkandi “milkshakein”, ið fyrr fekst hjá Kiosk Aktiv.
BAKKAVEGUR 16.00 – 17.30 BARNATILTAK OG KONSERT
Ásbørn Berthelsen undirheldur við gykli og eisini fara børn úr Vestmanna at syngja og framføra. Eisini fer Anna Lovisa frá sendingini Hoydalar at framføra.
SPÆLHÚSIÐ 16.00 – 20.00 LISTAFRAMSÝNING
Listaframsýning við Ingrid Møller í Spælhúsinum.
GAMLA KEI 17.30 – 18.30 FISKIKAPPING FYRI BØRN
Fiskikapping verður fyri børn á keiini niðan fyri fiskavirkið. Tann, ið fær tyngsta fiskin, vinnur. Vinningar verða latnir til nr. 1, 2 og 3. Heitt verður á foreldur og avvarðandi um at lata børnini í bjargingarvest.
BAKKAVEGUR 19.00 – 19.30 GRILLAÐUR LAKSUR
Øll eru vælkomin at royna grillaðan laks frá Hiddenfjord. Manningin í Brim grillar og Gundur ger sítt vælumtókta eplamorl. Býtt verður út til uppi er.
BAKKAVEGUR 19.30 – 20.00 FØROYSKUR DANSUR
Komið og sláið ring saman við Norðstreymoyar Dansifelag.
BAKKAVEGUR 20.00 SYNGIÐ VIÐ
Rógvutrio fer at syngja fyri undir felagssangi, saman við góðum tónleikarum úr bygdini.
BAKKAVEGUR 21.00 ABBA-SHOW
Dancing Queen, Mama Mia og onnur hitt fara at runga, tá ið tey fýra, Edith, Ann Chanett, Allan og Bjarni fara at taka okkum aftur í tíð og inn í serkenda heimin hjá ABBA, bæði við sangi, dansi og stíli.
BAKKAVEGUR 22.00 KONSERT VIÐ SAKARIS
Tað er altíð futtur í og gott undirhald, tá ið Sakaris trínur á pall í sínum litføgru klæðum, serligu dansitrinum og fangandi sangum. Hetta kvøldið verður tað á Bakkavegi við fullari manning.
BAKKAVEGUR 23.00 KONSERT VIÐ ANNFINNI OG CO.
Tað verða Anfinn & Co, sum fara at seta punktum á stóra pallinum, tá teir fara at rokka og syngja hittini um húkin, Tinganes, politikk, Føroyar og kærleika.
BAKKAVEGUR 00.00 – 03.30 TÓNLEIKUR Í TJALDINUM
Góður livandi tónleikur verður í tjaldinum á Bakkavegi, har Ólavur á Váli og John Johansen fara at syngja og spæla. Eisini verður møguleiki at dansa.







