So herja vit á aftur við einum degi, á tremur við góðum tiltøkum fyri stór sum smá.
Í dag fer tað mesta fram inni á Fjørð, har fyritøkur í økinum bjóða á gátt til undirhald og ymiskt gott til góman.
Tiltøk eru tó eisini aðrastaðni í bygdini, m.a. verður tónleikur á Grønanesheiminum og spurnarkapping í Disvoy.
Skráin til enn ein fjølbroyttan Vestmannadag sæst niðanfyri.
MAGN: 07.00 – 11.00 MAGN BJÓÐAR KAFFI, WIENARBREYÐ OG SUNKIST
Magn støðin hevur opið millum klokkan 07.00 og 23.00.
FJØRUKRÓGVIN: 09.00 – 17.00 FJØRUKRÓGVIN BJÓÐAR Á SPENNANDI FERÐ
Vitja livandi og flotta søgusavnið við voksfigurum úr Føroya søgu ella royn “virtual reality“ brillur og gang í skorini og sý í bjørgunum. Fjørukrógvin bjóðar eisini kaffi og køku.
Á-HANDILIN: 11.00 – 16.00 Á BJÓÐAR KAFFI OG OKKURT SØTT
Á-handilin hevur opið millum kl. 09.00 og 22.00.
MIÐNÁM: 14.30 – 17.00 KAFE OG VAKURLEIKASTOVA
2. flokkur á Miðnámi bjóðar á kafe, har søla verður av køkum, kaffi v.m. Frá klokkan 14. 30 ber til at fáa andlitið málað við vøkrum figurum og litum ella hárið flættað. Andlistmáling kostar 25 krónur og tað sama fyri at fáa hárið flættað. Um tú gert bæði, er kostnaðurin 40 krónur.
MIÐNÁM: 15.00 – 16.00 GRØNANESHEIMIÐ HUGNALØTA VIÐ SANGI
Hugnaløta verður á heiminum á Grønanesi, har Jógvan Elias og Tummas Heri spæla góðan og lívligan tónleik. Møguleiki verður eisini at taka ein svingom.
HEYGATÚN 4: 15.00 – 19.00 ELVA LEIR
Elva leir, ið heldur til í gamla posthúsinum á Heygum, bjóðar til eina hugnaliga og kreativa løtu við leiri. Bílegg tíð á 216490 ella á sosialu miðlunum hjá Elva leir. Øll, sum eru 16 ár og yngri, mála fyri hálvan prís.
MIÐNÁM: 15.00 BARNABIOGRAFUR
Biografur fyri børn verður í fyrilestrarsalinum í Miðnámi. Danski teknifilmurin, ” Hjælp, jeg er en fisk” verður sýndur. Kostnaður 50 krónur. Eisini verður poppkorn, sunkist o.a. til keyps.
VESTPACK: 16.00 STUÐULSRENNING
VÍF skipar fyri stuðulstiltaki. Gang ella renn. Tak vinir, familju, bindiklubban, starvsfelagar ella liðfelagar við, og ger dagin til eina góða felags uppliving. Byrjað og endað verður uttanfyri Vestpack.
VESTPACK ØKIÐ: 16.00 – 20.00 MATMARKNAÐUR
Tríggir matvognar selja ymsan nátturðamat millum Á handilin og Vestpack.
SEV: 16.00 – 18.00 GRØN ORKA, HOPPIBORG, SUKURVATT OG POPPKORN
Rundvísing verður á Fossáverkinum og á koblingarstøðini. Ítrivsborð verða sett fram til børnini, har tey m.a. kunnu gera sær eina vindmyllu. Ábit og ymiskt søtt og salt verður til góman.
SEV: 17.00 KONSERT VIÐ BRIM
Lokali tónleikabólkurin, Brim, spælir í goymsluni hjá SEV.
VESTPACK: 17.00 – 19.00 ÍSUR OG ANNAÐ GOTT
Vestpack bjóðar á gátt aftur í ár, har ísur, ymsar drekkivørur og annað gott verður at fáa. Um veðrið verður til vildar, verða hoppiborgir settar fram. Møguleiki verður at fylgja við stuðulsrenningini hjá VÍF og taka ímóti, tá tey koma á mál.
VESTPACK: 17.30 HALLUR JOENSEN
Country tónleikur fer at runga í goymsluni hjá Vestpack, tá Hallur Joensen fer at syngja og spæla.
SPÆLHÚSIÐ: 18.00 – 21.00 LISTAFRAMSÝNING
Listaframsýning við Ingrid Møller í Spælhúsinum á bedingini.
FAER ISLES DISTILLERY: 20.00 KONSERT VIÐ MARIUS
Marius Ziska hevur verið eitt av føroya fremstu tónleikanøvnum í mong ár. Við síni vøkru rødd og góðu sangum og orðum, fer hann við bólki at framføra í bryggjarínum inni á Fjørð.
Atgongumerki kosta 100 krónur og kunnu keypast á atgongumerki.fo. Plássið er avmarkað.
STAÐIÐ: 21.00 – 01.00 KAREOKEKVØLD
Undómshúsið Staðið hevur opið fyri ungdóminum. Kareokemaskinan verður tendrað og pallurin er tín, um tú hevur hug at syngja ella kanska siga eina góða.
DISVOY: 22.00 – 00.00 SPURNARKAPPING
Kom og royn tína vitan og títt minnið. Spurnarkapping verður á Disvoy, við spurningum, sum allir hava okkurt at gera við Vestmanna. Páll Hellu er “quizmaster”.
Køkurin í Disvoy er opin frá klokkan 17.00 til 22.000. Eftir tað hevur bara barrin opið.







