Jóan Magnus fekk ársins herðaklapp
Vestmanna kommuna valdi til stóra morgunmatarborðið leygarmorgunin á Vestmannadøgunum, at heiðra Jóan Magnusi Olsen, fyri hansara ótroyttiliga arbeiði fyri Vestmanna kirkju, bygdina og bygdafólkið. Anja Haldansen, forkvinna í trivnaðarnevndini, handaði herðaklappið og segði soleiðis: Ársins herðaklapp verður á hvørjum ári latið einum persóni ella felagsskapi, sum ger mun fyri tann einstaka, fyri felagsskapin ella fyri…

