Vestmannadagarnir eru komnir at enda og tað merkist eisini á hesum sunnudegi, sum rundar av við nøkrum fáum tiltøkum.
Veðrið hevur verið av tí allar besta í stilli og sól, tá ið tiltøkini hava verið alla Vestmannavikuna, undantikið eina løtu fríggjadagin, tá tað regnaði.
Sunnudagurin sær tó einki út viðvíkjandi veðri, og tí eru eisini tvær broytingar í skránni. Guðstænastan, sum skuldi vera í viðarlundini, verður í kirkjuni, og súkklutúrurin, ið skuldi verða norður á Fossarnar, er avlýstur fyri veður.
Skráin fyri dagin sæst niðanfyri.
SUNNUDAGUR 5. SEPTEMBER
VESTMANNA KIRKJA 11.00 GUÐSTÆNASTA
Barnavinalig guðtænasta við Marjun Kálvalíð, presti. Eftir guðstænastuna verður drekkamuður í kirkjukjallaranum.
VEKTARBÚÐIN 12.00 – 16.00 KAFE
Hugnaliga kafein í Vektarbúðini selur sunnudagsdøgurða, langtíðarstokt lamskjøt við tilhoyri, umframt kaffi og ymiskt søtt.
JOHNSA HANDIL 12.00 – 16.00 SØLUBÚÐ
Eira Silvur selur heimagjørdar smúkkur, Bakstur til keyps selur ymiskt gott at taka heim við og Labbin.fo selur alt til hundin.
SPÆLHÚSIÐ 15.00 – 18.00 LISTAFRAMSÝNING
Listaframsýning við Ingrid Møller í Spælhúsinum.
MISSIÓNSHÚSIÐ 16.00 – 18.00 OPIÐ HÚS, KAFFI OG SANGUR
Missiónshúsið bjóðar á gátt til eina hugnaliga løtu við sangi, kaffi og køkum.







