Nú byrja Vestmannadagarnir!
Vestmannadagarnir verða skotnir í gongd í dag, mikudag, við litrenning, málningaframsýning, kafe, borðspæli, fyrilestri og tónleiki, og hildið verður á til og við sunnudagin.
Skráin er fjølbroytt og okkurt er til allar aldrar og áhugamál. Øll skráin kann síggjast her og annars sæst skráin fyri í dag niðanfyri.
SKRÁIN MIKUDAGIN 2. SEPTEMBER
VEKTARBÚÐIN: 16.00 – 21.00 KAFE LETUR UPP
Kom á hugnaligu kafeina í Vektarbúðini, sum Essan hevur á Vestmannadøgunum. Tær selja smyrjibreyð, góðar køkur, kaffi o.a. Inngongd er omanfyri ígjøgnum íbúðina.
TORGIÐ: 17.30 VESTMANNADAGAR VERÐA SETTIR
Anja Haldansen, forkvinna í trivnaðarnevndini í Vestmanna kommunu setir Vestmannadagarnar og Bjarki Virgarsson syngur nakrar sangir.
TORGIÐ: 17.45 RENN Í LITUM
Lat teg í tíni litríku ella hvítu klæðir, so tú sært út sum ein litpalett, tá ið renningin er av. Renn, gang, trilla ella tað, sum tú hevur hug til. Byrjað verður við Torgið, síðan verður farið fram við kirkjuni og út til Grønanesheimið og heimaftur eftir keiini og endað verður við Fiskastykkið, omanfyri Johnsa handil.
SPÆLHÚSIÐ: 18.00 – 21.00 FERNISERING
Ingrid Møller letur upp listaframsýning í Spælhúsinum á bedingini undir heitinum ”Lý”. Eisini verður sangframførsla.
STAÐIÐ: 18.00 – 22.00 BORÐSPØL
Kom og spæl borðspøl! Borðspælsáhugafelagið TableTop Føroyar verður á loftinum á Staðnum við teirra vælumtókta borðspælskvøldi. Støkk inn og spæl eitt spæl ella fleiri. Tiltakið er fyri allar aldursbólkar.
VEKTARBÚÐIN: 19.00 – 21.00 FYRILESTUR OG TÓNLEIKUR
Vestmanna í broytingartíðum – handilsvirksemi og tónleikur. Forkunnugt tiltak í Vektarbúðini, har snúningsásin er handilin hjá John, ið nýliga er settur í stand, so hann líkist tí, sum hann var í fimti og sektstiárunum. Høvið verður at síggja handilin. Eisini vera framløgur um hesa tíðina í Vestmanna, tá handilin og Vektarbúðin vóru í velmaktini.
Vestmanna var frammarlaga vinnuliga, í samfelagsmenningini og eisini á tónleikapallinum hetta tíðarskeiðið. Jóan Pauli Joensen, fólkalívsfrøðingur, fer at greiða frá um tíðina, sum Vektarbúðin og Handilin hjá John vóru partur av, tá ið vinnuligt virksemi var í hesum virkjum.
Kartin L. Hansen, samhøvundur av bókini “Føroyska Rokksøgan”, fer at tríva í leiklutin hjá Vestmanna í føroysku rokksøguni, sum sprettir um hetta mundi. Talan er í nógvum førum um ein høvuðsleiklut.
Ólavur Højgaard, Hallgrím Miðberg og Niels Olsen, ið allir eiga sín stóra lut í føroysku rokksøguna, enda tiltakið við at spæla kend løg úr føroysku rokksøguni og fara at minnast aftur á ymiskt, ið hevur havt týdning fyri teir sum tónleikarar í Vestmanna.






