Tað eru alsamt fleiri, ið hava fingið sær hønur, men við flogfenaðhaldi eru eisini ávísar treytir, ið skulu lúkast. Hetta er serliga so rottur ikki skulu dragast til.
Vestmanna kommuna heitir á øll, sum hava hønur ella annan flogfenað, at seta seg inn í reglugerðina um flogfenaðhald og fylgja henni.
M.a. skulu hesar treytir haldast:
KRØV TIL FLOGFENAÐHALD
Stk. 2. Tey, ið ætla at halda flogfenað, eiga at boða næstu grannum sínum frá, og skulu spyrja seg fyri hjá kommununi, um ivamál eru.
KRØV TIL BÚR, GARÐAR, GIRÐINGAR, HÚS OG TÍLÍKT
Stk. 2. Girðing skal antin vera púra tøtt ella vera í minsta lagi 0,5 m frá marki hjá granna, tá talan er um hegn, rimagarð ella tílíkt.
Stk. 3. Girðingin skal gerast forsvarliga, eisini so, at annar fuglur ikki fær flogið inn, og um neyðugt, skal net spennast yvir.
Stk. 4. Búr og hús skulu lyftast 0,35 m upp frá jørðildinum fyri at tryggja móti rottu. Tó ikki gásarhús, ið kunnu vera grivin niður í svørðin.
Stk. 5. Ikki er loyvt at hava flogfenað gangandi leysan á gøtu, vegi ella øðrum øki, sum er opið fyri vanligari ferðslu ella aðrari atgongd hjá fólki.
FÓÐUR OG TÍLÍKT
§ 4. Fóður skal goymast í rottutryggum íløtum.
Stk. 2. Gevast má ongantíð meiri enn tað, sum verður etið eftir í mesta lagi einum tíma. Avlop skal takast burtur í seinasta lagi ein tíma, áðrenn sólin fer niður, tó í seinasta lagi kl. 20:00 á kvøldi.
Stk. 3. Búr, hús o.t. skulu regluliga sópast og haldast rein. Girðingar skulu haldast í góðum standi.
Øll reglugerðin kann lesast her.







