Nú verður arbeitt við at gera fleiri gøtur í viðarlundini, so bæði íbúgvar og vitjandi fáa enn fleiri møguleikar at njóta vakra náttúruøkið.
Ein av nýggju gøtunum fer at ganga niðan til gjónna. Haðani verður møguligt at njóta eitt serstakliga vakurt útsýni og uppliva náttúruna úr einum nýggjum sjónarhorni.
Endamálið við nýggju gøtunum er at skapa fleiri møguleikar hjá fólki at ganga og trilla túrar í viðarlundini, bæði styttri og longri túrar.
Tað er sum altíð grøni maðurin í bygdini, Finnbogi Joensen, ið stendur fyri arbeiðinum í viðarlundini.
Viðarlundin er eitt gott stað at leita sær út í náttúruna, fáa fríska luft og njóta friðin, og við nýggju gøtunum verður økið enn meira hugaligt at vitja.
Vestmanna kommuna fer í næstum eisini at gera eina nýggja gangibrúgv yvir um Gjógvará, millum viðarlundina og Garðatún.








