Vilt tú vera partur av leiðsluni á Føroya einasta ítróttardagstovnaøki?
Vestmanna Kommuna søkir eftir varaleiðara til ítróttardagstovnaøkið at arbeiða 30-35 tímar um vikuna i føstum starvi at byrja 1. novembur 2026, ella skjótast gjørligt aftaná.
Í hjartanum av vakra Vestmanna arbeiða vit hvønn dag fyri at skapa ein gerandisdag, har rørsla, spæl, trivnaður og menning ganga hond í hond. Okkara stovnsøki telur fýra deildir, Gjáarlon, Látipípuna, Kongskjallaran og Staðið, har 155 børn í aldrinum 1 til 10 ár hava sína dagligu gongd.
Vit leita eftir einum ágrýtnum og nærverandi varaleiðara, sum brennur fyri at arbeiða við børnum, dugir væl at samstarva og hevur hug at seta síni fingramerki á menningina av einum serstøkum námsfrøðiligum umhvørvi, har vit leggja stóran dent á námsfrøðiligan ítrótt, rørslugleði, spæl og læru.
Sum varaleiðari ert tú ein týðandi partur av leiðsluni og hevur ein virknan leiklut í bæði námsfrøðiliga og fyrisitingarliga arbeiðinum. Tú ert fús/ur at taka á teg uppgávur í samstarvi við stovnsleiðaran. Tú hevur góð samstarvs- og samskiftisevni og megnar sostatt at virka fyri góðum samstarvi við børn, starvsfelagar, samstarvspartar og leiðara. Tú traðkar til fyri leiðaran, tá tørvur er á tí, og ert samstundis virkin í gerandisdegnum saman við børnum og starvsfólkum.
Hetta bjóða vit tær:
- Eitt spennandi starv á Føroya einasta góðkenda ítróttardagstovni
- Heimsins bestu starvsfelagar og ein sterkan arbeiðsfelagsskap
- Ein fjølbroyttan arbeiðsdag við ábyrgd, ávirkan og menningarmøguleikum
- Framúr karmar við atgongd til náttúru, fimleikahøll, ítróttarhøll og svimjihøll
- Møguleika at vera við til at menna framtíðar ítróttardagstovnaøkið í Vestmanna
Vit vænta, at tú:
- Ert útbúgvin námsfrøðingur.
- Tú megnar at skapa eitt mennandi, trygt og fjølbroytt virksemi á stovninum saman við okkum.
- Gongur á odda sum fyrimynd fyri bæði børn og starvsfólk í arbeiðinum við námsfrøðiligum ítrótti.
- Tú mást vera initiativrík/-ur, sjálvstøðug/-ur, álítandi og hava gott yvirlit.
- Tú hevur dirvi til og ert áhugað/-ur í leiðsluuppgávum.
- Kanst taka avgerðir og loysa avbjóðingar á ein jaligan og professionellan hátt.
- Hevur góðar KT-førleikar.
- Trívist í einum virknum gerandisdegi við bæði námsfrøðiligum og fyrisitingarligum uppgávum.
Tað er ein fyrimunur, um tú:
- Hevur royndir innan leiðslu.
- Hevur áhuga fyri útilívi og náttúru.
- Hevur royndir við námsfrøðiligum ítrótti.
- Hevur útbúgving ella skeið innan ítróttarnámsfrøði.
- Dugir væl at skriva og tosa føroyskt.
Arbeiðsuppgávur:
- Vera nærmasti samstarvspartnari hjá leiðaranum, stuðla og vegleiða starvsfólkum í gerandisdegnum.
- Tryggja gott samstarv við børn, foreldur og starvsfólk.
- Seta í verk og fylgja upp uppá námsfrøðilig átøk og verkætlanir.
- Arbeiða fyri einum góðum arbeiðsumhvørvi og høgum trivnaði.
- Umsita Nema Tíð, intra og gera arbeiðsætlanir.
- Luttaka í upplæring av nýggjum starvsfólkum.
- Loysa ymiskar fyrisitingarligar uppgávur í samstarvi við leiðaran.
Leitar tú eftir einum starvi, har tú kanst gera mun fyri børn, starvsfólk og familjur hvønn dag? So vilja vit fegin hoyra frá tær.
Setanarviðurskifti:
- Starvið verður sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.
- Sambært §2 í barnaváttanarlógini hevur Vestmanna kommuna skyldu til at fáa barnaváttan til vega, áðrenn umsøkjari verður settur í starv.
Umsókn:
- Umsókn, saman við lívsrensli og viðkomandi prógvum, verður at senda til starv@vestmanna.fo
- Umsóknarfreistin er fríggjadagin 9. oktober 2026.
Meira fæst at vita:
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Morten Hust Petersen, stovnsleiðara, á telefon 770 130 ella teldupost morten@vestmanna.fo







