Landsverkætlanin “Finn øll, sum hava Diabetes 2 í Føroyum” ger kanningar í Vestmanna mánadagin 12. oktober.
Tá ið somu kanningar vórðu gjørdar í Vestmanna í juni, var undirtøkan so mikið góð, at avgjørt var beinavegin, at starvsfólkini fóru at koma aftur eina aðruferð. Tað verður so í oktober, men hesaferð verður tað skipað nakað øðrvísi, við at ein má bíleggja sær tíð.
Tað kanst tú gera á heilsugransking.tilmelding.fo ella við at trýsta her.
Kanningarnar eru í forhøllini í ítróttahøllini frá klokkan 09.00 til 17.00.
Kanningin er skjót og einføld. Við einum blóðdropa úr fingrinum verður langtíðarblóðsukrið mátað. Kanningin tekur umleið 5 minuttir, og luttakarin fær úrslitið av kanningini at vita á staðnum. Úrslitið kann vera: á vanligum støði, ávegis diabetes ella geva ábending um diabetes 2.
Steno Miðstøðin og Heilsugranskingareindin í Sjúkrahúsverkinum standa fyri verkætlanini í samstarvi við Fróðskaparsetrið og Diabetesfelagið.







