Frá fyrstu telefonlinju til fibur

Í meira enn 50 ár hava koparkaðalar verið grundarlagið undir telefonini og seinni internetinum í Vestmanna, men nú eru koparkaðalarnir farnir í søguna. Alt samskiftiskervið er nú skift út við fipurnet, ið eru evaraska smáir ljósleiðarar, ið geva væl skjótari ferð og meira álítandi samband. Tað er FT NET, ið hevur staðið fyri arbeiðinum. Tøkniliga…

Tónleikur, hugni og gott lag

Tað er at skunda tær, tí nú nærkast til vælumtókta tónleikatiltakið Válan fer av bakkastokki leygarkvøldið 25. apríl.  Ljóðið av vári, vinum, bygdafólki og góðum tónleiki – alt upp á eitt kvøld! Sum siður er, verða 10 konsertir við fimm tónleikabólkum og einstaklingum, sum hvør spæla tvær ferðir. Hetta gevur tær møguleika at náa runt…

Konsert við spírum úr Hoydølum

Spennandi ungdómskonsert verður á Staðnum hóskvøldið við trimum av spírunum, ið vóru við í sjónvarpssendingini, Hoydalar.  Ein er okkara egni Bjarki Virgarsson og hini eru Anna Lovisa Mýri og Filip á Smið. Tey fara at syngja nøkur av løgunum, sum tey framførdu í Hoydølum. Eisini fer 12 ára gamli Liam Dávason at syngja sínar heimasmíðaðu…

Flaggdagshald og flaggdagshugni

Leygardagin 25. apríl verður flaggdagurin hátíðarhildin á torginum í Vestmanna. Umframt at vit fagna Merkinum og bjóða várinum vælkomnum, verður vælumtókta flaggdagsrenningin, og bjóðað verður til kaffi og okkurt gott til góman. Skráin byrjar klokkan 15.00 við skrúðgongu frá ítróttahøllini til torgið, sum VÍF hondbóltur skipar fyri. Øll eru vælkomin at ganga við. Klokkan 15.15…

Summarstørv í Vestmanna kommunu

Nú summarið nærkast, hevur Vestmanna kommuna tørv á røskum og ágrýtnum ungum fólkum at viðlíkahalda grønu økini og snøgga um í bygdini.  Vestmanna kommuna søkir eftir tveimum tímaløntum summaravloysarum.   Arbeiðsuppgávurnar eru: At sláa gras At lúka og røkja grøn økir Snøgga gøtur fyri vøkstri og ókrúti Annað fyrifallandi arbeiði   Um teg: Sum persónur…

Avloysari aftur í læknaviðtaluni 20. apríl

Fyribils er eingin lækni í viðtaluni í Vestmanna. Hava tit læknaørindi kunnu tit ringja til viðtaluna í Kollafirði á nummar 302420. Ein avloysari er aftur í viðtaluni í Vestmanna frá viku 17-19 t.e. frá 20. apríl til 10. mai. Avloysarin er úr Danmark og eitur Johannes Korsgaard Jespersen. Enn er óvist hvat hendir í døgunum…

Minnisplátur við minnisvarðan

Í summar verða minnisplátur settar upp við minnisvarðan um teir vestmenningar, ið hava latið lív á sjónum ella í vanlukkum. Nøvnini á teimum verða ritaði í grót, og verða tað grótplátur á fóti, ið fara at standa á økinum.  Endamálið er at heiðra og minnast tey, ið eru farin í vanlukkum á sjógvi og á…

Allar leiðingar skulu skrásetast

Leiðingar, brunnar, rensl – ja, alt undir jørð skal nú skrásetast.  Endamálið er at staðfesta hvar allar leiðingar eru, so at tað altíð er greitt, tá ið arbeitt verður, hvar rør og leiðingar eru. Arbeitt verður frá Heljareyga og út til Fossá, har allar regnvatns- og spillvatnsleiðingar verða uppmátaðar, og upplýsingar um tilfar og innihald…