Tilmeldingin til ansing í summar er nú opin. Freistin at tekna til er fríggjadagin 22. mai.
Dagstovnarnir í Vestmanna kommunu eru stongdir frá viku 30-32. Tað er frá mánadegnum 20. juli og opið er aftur sum vant mánadagin 10. august.
Skúlin og Kongskjallarin fara í summarfrí frá mánadegnum 22. juni og byrjar aftur mikudagin 12. august.
Í vikunum 26-29, t.e. frá hósdegnum 18. juni til og við fríggjadagin 17. juli, verða tit biðin um at siga okkum frá, nær barn/børn tykkara koma á stovn.
Kongskjallarin er ikki vanliga opin fyri skúlabørn frá tí skúlin fer í summarfrí, men foreldur kunnu keypa pláss fyri 60 krónur um dagin. Gjaldið fyri avløgdu dagarnar skal rindast frammanundan.
Hetta er fyri at virksemið í summar kann verða lagt til rættis á bestan hátt.







