Ein tíðarlummi verður nú endurskaptur.
Eyðkendi ljósaguli handilin við grønum og hvítum sprossavindeygum og reyðum taki niðri við sjóvarmálan, hevði virksemi til fyrst í 1990unum. Í 1996 keypti Vestmanna kommuna húsini. Síðan tá hevur søguligi handilin og tilhoyrandi Vektarbúð og íbúð, einans verið brúkt í samband við tiltøk í bygdini.
Nú er ætlanin at fáa lív í Johnsa handil aftur við at endurskapa handilin við einum serligum dámi frá 1950- og 60unum. Í handlinum verða hillarnar fyltar við gomlum vørum, innpakkingum og lutum, sum minna á gerandislívið í Føroyum tá. Alt frá kaffi, sukri og karamellum til gomul reklamuskelti og siðbundnar húsarhaldsvørur skulu vísast fram.
Hóast nógv ár eru liðin, síðan lykilin á síðsta sinni varð snaraður um í stásiliga handlinum, standa gomlu handilshillarnar, skuffurnar og skápini framvegis frammi. Einki er broytt, og gevur hetta tí góðar møguleikar at endurskapa tíðarlumman.

Endamálið við verkætlanini er at heiðra og varðveita søguliga andan í handlinum og geva bæði bygdafólki og vitjandi eina serstaka uppliving av, hvussu handilsskapur og gerandislív hjá vestmenningum sá út fyri meira enn hálvari øld síðan.
Tað er Johan Holm Simonsen, framsýningarsniðgevi, ið hjálpir kommununi við at tíðarfesta siðsøguliga handilin. Arbeiðið er farið í gongd og vit gleða okkum at vísa tykkum úrslitið um hálvan juni. Ætlanin er at hava opið sum ein framsýningarhandil fyri ferðafólkum í summarhálvuni, og annars at hava opið fyri vestmenningum og gestum, og broyta handilin eftir árstíðini, so at tað eitt nú á jólum ber til at keypa bomm í leysari vekt og annað, sum ein kundi tá í tíðini.



Hetta eru nakrar av vørunum, sum fara at standa á handilshillunum.
Íbúðin fer eisini at fáa eina dagføring í summar, so hon hóskar til sama tíðarskeið. Ætlanin er somuleiðis at fáa loftið og kjallaran í brúk, har m.a. lutirnir, sum bygdarsavnið eigur, kunnu verða vístir fram.







