Vestmanna kommuna leggur aftur í ár dent á heilsu í eina heila viku, og øll eru boðin við.
Frá mánadegnum 1. juni til og við sunnudagin 7. juni, verður skipað fyri ymsum tiltøkum, har dentur verður lagdur á rørslu, sosiala samveru og umhvørvið.
Eitt nú vera gongutúrar, venjingar, dansur, dipping, saunagos, binding og mangt annað.
Verkætlanin ABC fyri sálarliga heilsu hjá Fólkaheilsuráðnum, sum Vestmanna kommuna er partur av, byggir á tríggjar súlur. At vera virkin, at vera saman og at vera hugbundin. Árliga rørsluvikan í Vestmanna byggir undir hetta. Harumframt hevur kommunan eisini valt at varpa ljós á umhvørvið í sama viðfangi.
Skráin kann síggjast her: Skráin fyri Rørslureikan
Broytingar kunnu koma fyri vegna veður, men upplýst verður um hetta so hvørt.







