Nú grind legði beinini í Havn í gjár, hevur Vestmanna eisini fingið sín lut.
20 hval koma til Vestmanna og øll eru vælkomin at skera upp. Heitt verður eisini á óroynd at koma oman á keiina at hjálpa til – har vera fólk sum geva frálæru og vegleiða í at skera upp.
Byrjað verður at skera upp umleið kl. 13.00.
Heimapartar verða útflýggjaðir til bygdafólkið frá kl. 16.00 til 18.00, ella til uppi er. Øll, sum vilja hava heimapartar, kunnu møta á keiini tá. Havið egið ílat við til grindina.







