Niðari Vegur verður einsrættaður frá Fossáverkinum og til Heygagøtu frá í kvøld 15. mai klokkan 20.00 til og við leygarkvøldið á midnátt.
Nú árliga Bátastevnan er skotin í gongd, merkist tað m.a. í øktari í ferðslu. Serliga fríggjakvøld og leygardag er nógv ferðsla.
Fyri at alt skal koyra smidligt og ómakaleyst, verður einvegis ferðsla eftir Niðara Vegi, so at tað bara er koyrandi eftir hesum vegi inn í bygdina og ikki út. Víst verður til Ovara Veg, tá koyrast skal inn á Fjørð og út úr bygdini.
Heitt verður á bygdafólk og gestir um at vísa varsemi, so at trygdin er í lagið og ferðslan koyrir væl.
Vestmanna kommuna ynskir øllum eina góða Bátastevnu!







