Sarita Eriksen hevur fingið viðurkenning fyri drúgva og trúgva tænastu sum lærari í Vestmanna Skúla.
Nógv fólk vóru komin saman seinnapartin í Auluni, har skipað var fyri einari heiðursløtu fyri Saritu. Tað var ein serlig løta, tí umframt, at Sarita varð heiðrað fyri, at hava starvast sum lærari í yvir 40 ár, fekk hon eisini “Kongens fortjenstmedalje”, ið er eitt heiðurstekin frá kongi. Heiðurin verður latin teimum, ið hava verið í sama starvi í minsta lagi 40 ár, og hava tænt øðrum við trúfesti, virðing og hava givið eitt stórt íkast til samfelagið.
Sigast kann ikki annað enn, at Sarita so sanniliga hevur uppiborið hendan heiður fyri ta orku og arbeiðssemi, sum hon hevur lagt í, at menna kropsligu og motorisku førleikarnar hjá børnum í Vestmanna, bæði áðrenn skúlaaldur og í fólkaskúlanum.
Sára Jógvansdóttir, borgarstjóri, segði m.a. soleiðis í síni røðu til Saritu, sum eisini var hennara ítróttalærari sum barn. “Tað, sum eg minnist best, er tína orku, títt jaliga lyndi og hvussu tú megnaði at fáa øll við – eisini tey, sum ikki hildu seg vera tey sterkastu, fimastu ella skjótastu. Tú hevur lært næmingar um so nógv meira enn bara um heilsu og rørslu. Tú hevur lært okkum um felagsskap, dirvi og virðið í at royna og ikki geva upp. Tað er ein gáva, sum nógv hava borið við sær víðari gjøgnum lívið.”
Vestmanna kommuna takkar Saritu fyri árini og fyri ídni og tey spor, sum hon hevur sett eftir seg, og ynskir henni hjartaliga til lukku við heiðrinum.

Eisini hildu Kristianna Vinniedóttir, skúlastjóri og Augusta E. Petersen, lærari, røðu, umframt at høvuðspersónurin sjálv segði nøkur orð. Eisini handaði Magnus Madsen, nevndarlimur í skúlastýrinum Saritu gávu.












