Ein forvitnislig klaverkonsert verður í kirkjuni í kvøld við dugnaligu Laura Farré Rozada úr Spania.
Konsertin er partur av Summartónum, sum Vestmanna kommuna aftur í ár stuðlar, fyri at bygdafólkið kann fáa ókeypis og øðrvísi tónleikaupplivingar í Vestmanna. Hetta summarið vera tríggjar Summartónakonsertir.
Dr. Laura Farré Rozada er klaverleikari og støddfrøðingur. Hon hevur vunnið nógvar virðislønir og er útnevnd ein ‘Rising Star av BBC Music Magazine og eitt ‘New Talent’ av BIME Equity Awards 2022. Hon fekk eisini ‘American Classical Young Musician Award’ 2022 í Washington D.C..
Tíðarritið Serra d’Or lýsti hana nýliga sum “ein av teimum mest virðismettu framførarunum í sínum ættarliði, við tíggjutals heiðurslønum og viðurkenningum í fimm heimspørtum”.
Kom og njót friðin og klavertónarnar í kirkjuni í kvøld, fríggjakvøld, klokkan 20.00.
Skrá:
Komitas (1869-1935): Seven Songs for Piano (1911), i. I am a Girl – 1 min
Dimitar Nenov (1901-1953): Toccata (1939) – 10 min
Sunleif Rasmussen (b.1961): 7 Bagatellen (2020) – 30 min
l. Tanz
ll. Der Weg zum Licht
lll. Der Tanz um die Hymne
lV. Aus der Tiefe rufe ich
V. Spielerei – World premiere
Vl. Die Stimme der Traurigkeit
Vll. Lichttanz für van B
Claude Debussy (1862-1918): Pour le piano (1894-1901) – 15 min
l. Prélude
ll. Sarabande
lll. Toccata







