Kommunulæknaavloysari í læknaviðtaluni
Ein nýggjur kommunulæknaavloysari er í Læknaviðtaluni í Vestmanna frá í dag, mánadag 11. mai til og við 22. mai. Tað verður danin, Josef B. Hossein, ið fer at røkja viðtaluna hesar vikurnar.
Ein nýggjur kommunulæknaavloysari er í Læknaviðtaluni í Vestmanna frá í dag, mánadag 11. mai til og við 22. mai. Tað verður danin, Josef B. Hossein, ið fer at røkja viðtaluna hesar vikurnar.
Fyrsta ferðafólkaskipið hetta summarið kom til Vestmannar tíðliga í morgun. Talan er um marglætisskipið Silver Endeavour. Skipið er frá 2018 og er bygt til rannsóknarferðir í Arktis og Antarktis. Umborð eru 200 ferðafólk, og manningartalið er 209. Ímeðan Silver Endeavour vitjar í Vestmanna, fara ferðafólkini undir Vestmannabjørgini, á rundferð í Faer Isles Distillery og ein…
Allir 1. – 3. floksnæmingar úr Vestmanna,- Eiðis,- Kvívíkar,- og Sunda kommunu eru bodnir til Margáir í Streymnesi til ein 112-dag. Tað er SSP-samstarvið í VEKS økinum, ið skipar fyri. Børnini fara at læra um neyðugu hjálpina, ið er tøk, týdningin av henni og hvussu ein ger í ymsum støðum. Eisini verður skíggjanýtsla á skránni.…
Kommunan er farin í holt við at snøgga um og menna eitt nýtt trivnaðarøki við hylin niðanfyri John´sa handil. Tað eru nógv, ið hava varnast tað, tí longu nú síggjast børn og familjur hugna sær í økinum. Hetta er gleðiligt, tí hóast arbeiðið ikki er liðugt enn, ber væl til at stuttleika sær har. Kommunan…
Søkt verður eftir stuðli til 20 tímar um vikuna til ítróttardagstovnaøkið i Vestmanna. Talan er um eitt tíðaravmarkað starv til og við 17. juli i fyrsta umfari. Eisini er møguligt at faá eyka tímar sum avloysari, um sjúka ella annað stingur seg upp. Vit søkja eftir stuðli, ið kann byrja skjótast gjørligt. Tað er ein…
Vestmanna kommuna leggur aftur í ár dent á heilsu í eina heila viku, og øll eru boðin við. Frá mánadegnum 1. juni til og við sunnudagin 7. juni, verður skipað fyri ymsum tiltøkum, har dentur verður lagdur á rørslu, sosiala samveru og umhvørvið. Eitt nú vera gongutúrar, venjingar, dansur, dipping, binding, frásagnir, verkstovur osfv.. Vilt…
Ársins bátastevna fer av bakkastokki um tvær vikur. Sum vant síggja vit fram til eina øgiliga spennandi skrá og nógvar gestir. Eitt slík átak er drúgt at stápla upp á beinini, og fyrireikingarnar byrja longu í dag, 30. apríl. Í kvøld fara fólk at arbeiða niðri á keiini, og tey halda fram í morgin og…
Alsamt fleiri ferðafólkaskip leggja leiðina inn á Vestmanna. Í summar vitja heili 12 ferðafólkaskip, og er hetta tað mesta nakrantíð. Í fjør vitjaðu átta ferðafólkaskip, og í 2024 vóru tey sjey. Talan er um ein støðugan vøkstur í vitjanum av ferðafólkaskipum, og nógv bendir á, at gongdin heldur fram. Longu nú hava 15 skip biðið…
Ert tú úr Vestmanna og gongur í 9. flokki í Vestmanna skúla? Er tú ágrýtin og arbeiðssom/arbeiðssamur? So kanst tú melda teg til Ung í arbeiði í summar. Arbeiðið hevur til endamáls at fríðka um í kommununi, og arbeiðsuppgávurnar eru í høvuðsheitum at rudda, lúka og fríðka. Tíðarskeið Arbeitt verður frá mánadegnum 22. juni…
Skrúvað verður fyri vatninum í niðara parti av Flatnavegi og á Bakkavegi frá Hórðará og úteftir, í morgin, týsdagin 28. apríl, frá kl. 10:00 til arbeiðið er liðugt.